Aftur í ár skipa kvinnur í Betesda fyri stórum kvinnumøti í Badmintonhøllini leygarkvøldið 7. mars kl 20.
Ì fjør eydnaðist tiltakið sera væl. Kvinnurnar møttu fjølmentar, bæði úr bygd og bý úr øllum samkomum, meira enn 400 kvinnur.
Kvinnur luttaka við sangi og talu. Eisini koma trúboðanarkvinnur at hava orðið.
Kaffi verður at fáa, og dentur verður lagdur á at góð tíð er til hugnaligu samveruna.
Sunnukvøldið 8. mars verður evangeliskt møti í Badmintonhøllini kl. 18.
Hetta møtið verður serstakt við tað at kvinnur skipa fyri og lutaka við vitnisburðum og sangi.
Øll eru hjartaliga vælkomin.










