So vóru Kvinnutíðindi aftur við einum serblaði um 90-árini aftan á steðg í 9 ár!
Ynski okkara hevur verið at fáa Kvinnutíðindi útaftur fyri jól hetta seinasta árið í hesari øldini og hesum túsundáraskeiði, og blaðið verður væntandi í bókabúðunum hálvan desember.
Endamálið hevur serliga verið at tryggja okkum minnið um tey ódnartøk, hugrák og úrslit, sum nítiárini góvu á tí kvinnupolitiska økinum her á landi, men eisini at draga eitt sindur saman um tær broytingar, sum kvinnulívinum hevur verið fyri hesa øldina.
Sum vant er innihaldið í Kvinnutíðindum ein blandingur av søguligum, politiskum og mentunarligum tilfari, og vit meta, at tað hevur eydnast okkum rættiliga væl at gera eitt spennandi, flott og fjølbroytt blað aftur hesa ferð.
Handilsfólk ella onnur áhuga, sum kundu hugsa sær at selt blaðið, kanska serliga á bygd, kunnu skriva til Kvinnufelagið, postboks 1111, 110 Tórshavn ella faxa til 312545; so ringja vit aftur. Blaðið, sum er í litum og fult av myndum, er 64 síður og fer at kosta umleið 80 kr.









