- Vit síggja í Føroyum, at vit enn mugu berjast fyri sosialum og fíggjarligum javnrættindum, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Kvinnustríðið er í stóran mun eitt sosialt stríð. Tað sigur Sonja Jógvansdóttir í samrøðu við Rás2 í dag um altjóða kvinnudagin.
- Vit síggja á hagtølunum, at kvinnur eru fyri vanbýti. Hví forvinna kvinnur minni enn menn, hví eru lutfalsliga fleiri kvinnur arbeiðsleysar og fleiri kvinnur í fátækraváða, spyr Sonja Jógvansdóttir og visir á, at tað eru hesir spurningar, sum eru umráðandi at varpa ljós á í hesum døgum í Føroyum.
- Vit skulu sjálvandi fara eftir fullari javnsøðtu á øllum økjum, men tá vit fáa javnstøðu á tí sosiala og fíggjarliga økinum, so kemur hitt av sær sjálvum, sigur Sonja Jógvansdóttir. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Sonju Jógvansdóttir frá tíðindunum á Rás2 í dag.