Kvinnusteypið klárt

Lutakast hevur verið um, hvussu innleiðandi umfarið og fjórðingsfinalurnar í steypakappingin hjá kvinnum í fótbólti skal avgreiðast

Mánakvøldið var lutakast um steypa­kappingina hjá kvinnum í fótbólti. Lutakastið var í send­ingini 3-2, og tað vóru tveir nevndarlimir í kvinnunevndini hjá Fótbólts­sam­bandinum, Hanna Olsen og Liljan av Fløtum Petersen, sum tóku sær av lutakastinum.
Tað háttaði seg soleiðis, at í inn­leiðandi umfarinum, sum verður spælt hósdagin 21. apríl, verða teir fýra dystirnir ÍF-HB, MB-B68/NSÍ, FC Suðuroy-EB/Streymur og FF Giza-Víkingur.
Síðani eru fjórðingsfinalurnar á skránni mikudagin 11. mai, og tá spælir vinnarin av ÍF-HB ímóti vinnaranum av FF Giza-Víkingur, vinnarin av MB-B68/NSÍ spælir ímóti Skála og vinnarin av FC Suðuroy-EB/Streymur ímóti AB, og at enda møtast so eisini B36 og KÍ, sum vann steypið í fjør.
Undan hálvfinalunum verður so nýtt lutakast um, hvussu spælt verður víðari. Fyrra hálvfinalan verður hósdagin 2. juni og tann seinna mánadagin 13. juni. Sjálv finalan í steypakappingini hjá kvinn­um verður leygardagin 2. juli.