Kvinnurnar yvirtikið Botnagarð

Tað plagdi ikki at vera gamalt, at kvinnurnar sótu undir Botnagarði, men mangt broytist.

Tað plagdi ikki at vera gamalt, at kvinnurnar sótu undir Botnagarði, men mangt broytist.

 

Nólsoyingar hava allar tíðir havt síni føstu støð at hittast, undir Botnagarði og undir Mikkjalsveggi.

 

Tað vóru støðini, sum nólsoyingar frá araldstíð sótu um kvøldarnar og viðgjørdu og avgjørdu allar heimsins trupulleikar.

 

Tað var ikki tann støða, sum teir gomlu ikki funnu útav, antin tað var beint við dyrnar ella langt úti í heimi.

 

Tað var mangan ein frægd at lurta eftir hesum gomlu garpum, sum høvdu roynt so ótrúliga nógv, og sum smádreingir øtaðust vit ofta við. Um alt so var líka satt, er so ein onnur søga.

 

Men tíðirnar broytast, og nú hendir tað seg næstan ikki, at nakar sigur á trænum undir Mikkjalsveggi, ella á bonkinum, sum seinastu árini hevur ligið undir Botnagarði, har eisini áður ein træstamma lá.

 

Leygardagin var allur Botnagarður avtikin av konufólki, heilar níggju í tali. Um tær so orðnaðu heimsins trupulleikar, ella prátið var meira jarðnært, skal ikki sigast, men hetta er so nakað, sum nólsoyingar í alt størri mun mugu venja seg við frameftir.

 

Her sita tær so, Elisabeth, Mirjam, Evy, Guðrun, Inga, Bára, Gunnvør, Kristina og Vilma.