Í Íslandi er arbeiðsloysið nógv størri millum menn enn millum kvinnur, og á arbeiðsmarknaðinum er býtið millum kynini broytt nógv síðani bankakreppuna. Eftir teimum seinastu hagtølunum er arbeiðsloysið millum menn nú næstan tvær ferðir so stórt sum millum kvinnur.
Í januar ársfjórðingi vóru í meðal 9,9 prosent av teimum arbeiðsføru monnunum arbeiðsleysir. Hjá kvinnunum var arbeiðsloysið 5,5 prosent. Samanborið við januar ársfjórðing í fjør var arbeiðsloysið hjá monnunum 0,5 prosentstig størri í ár. Hjá kvinnunum var tað 0,2 prosentstig minni.
Tað hevur vakt ans, at sambært hagtølunum eru 700 fleiri kvinnur á arbeiðsmarknaðinum nú enn undan bankakreppuni í 2008, samstundis sum menninir á arbeiðsmarknaðinum eru vorðnir meiri enn 12.000 færri.