Kvinnurnar yvirhála menninar

Fleiri kvinnur enn menn taka miðnámsútbúgving, fleiri kvinnur enn menn taka hægri útbúgving og fleiri kvinnur enn menn lesa uttanlands.

Fleiri kvinnur enn menn taka miðnámsútbúgving, fleiri kvinnur enn menn taka hægri útbúgving og fleiri kvinnur enn menn lesa uttanlands. Tað eru høvuðsniðurstøðurnar úr hagtølunum hjá Studna um, hvussu nógvir føroyingar taka hægri útbúgving í Føroyum og uttanlands og miðnámsskúlaútbúgving í Føroyum.

 

Færri menn taka hægri útbúgving í Føroyum

Ongantíð hava so nógvar kvinnur tikið hægri útbúgving í Føroyum sum skúlaárið 2014/2015, tá 442 kvinnur numu sær hægri útbúgving í Føroyum.

 

Talið á monnum er hinvegin støðugt lækkað síðani 2011/12, tá 507 menn tóku hægri útbúgving í Føroyum. Í ár er talið 462, sum er tað lægsta síðani 2009/10.

 

Frá skúlaárinum 2004/05 til 2008/09 vóru umleið líka nógvar kvinnur sum menn, sum tóku eina hægri útbúgving í Føroyum, og árini 2006/07 til 2008/09 vóru tað fleiri kvinnur enn menn. Í 2009/10 hækkaði talið á mannfóki nógv, úr 338 í 2008/09 til 401 í 2009/10 og aftur til 493 í 2010/2011, meðan talið á kvinnum minkaði eitt vet. Aftur í 2012/13 vaks talið á monnum í hægri útbúgving í Føroyum nógv, úr 507 til 580. Tað árið tóku heili 175 fleiri menn enn kvinnur hægri útbúgving í Føroyum. Síðani er talið á monnum tó fallið, meðan talið á kvinnum er støðugt hækkað, úr 346 í 2009/10 til 442 í 2014/2015. Nú eru einans 20 færri kvinnur, sum taka eina hægri útbúgving í Føroyum enn menn, men tað er fyrst og fremst av tí, at talið á monnum er lækkað nógv seinatu árini.

 

Samlaða talið á lesandi er voksið nógv, úr 561 í 2004/05 til 904 í 2014/2015. Metárið var 2012/13, tá 985 lesandi tóku eina hægri útbúgving í Føroyum.

 

Kvinnurnar lesa uttanlands

Um tølini fyri hægri lestur í Føroyum og uttanlands verða samanborin, sæst, at kvinnurnar í nógv størri mun enn menn fara uttanlands at lesa. Fleiri enn dupult so nógvar kvinnur nema sær hægri útbúgving uttanlands í mun til í Føroyum, meðan tað einans er ein triðingur fleiri menn, ið lesa uttanlands. So meðan fleiri menn enn kvinnur lesa í Føroyum, so lesa nógv fleiri kvinnur enn menn uttanlands.

 

Lutfallið millum tey, ið lesa í Føroyum og uttanlands er nærum óbroytt seinastu 10 árini. Meðan tað í 2004/05 vóru 38 prosent, ið lósu í Føroyum, var talið í 2014/2015 37 prosent. Talið á føroyingum, ið hava tikið útbúgving uttanlands er støðugt hækkað. Skúlaárið 2004/2005 lósu 906 føroyingar uttanlands, 541 kvinnur og 365 menn, meðan tað í 2014/15 vóru 1522 føroyingar, ið lósu uttanlands, 896 kvinnur og 626 menn. Lutfallið millum menn og kvinnur er nakað tað sama. Meðan tað síðani 2009/10 hava verið fleiri mannfólk í hægri lestri í Føroyum, hava tað øll 10 árini verið fleiri konufólk, ið hava tikið hægri útbúgving í útlandinum.

 

Talið á føroyingum, ið lesa í útlandinum gjørdi eitt veruligt lop í 2011/2012, tá talið vaks úr 1240 upp í 1624 lesandi. Talið á bæði kvinnum og monnum vaks hetta árið. Í 2013/14 vóru tað flest lesandi í útlandinum, 1649 fólk, 971 kvinnur og 678 menn.

 

Tey allarflestu lesa enn í Danmark og síðani 2011/12 er tey vorðin alsamt færri, sum lesa aðrastaðni enn í Danmark. Tey vóru 256 í 2011/12, meðan tey eru 182 í 2014/15.

 

Tilsamans tóku 1.338 kvinnur og 1.088 menn hægri útbúgving skúlaáríð 2014/15. Í 2004/05 vóru tølini 829 kvinnur og 638 menn. Í 2004/05 tóku 1.467 føroyingar hægri útbúgving og 2014/15 var talið hækkað upp í 2.426.

 

Talið á lesandi á miðnámsskúlunum í Føroyum er eisini vaksandi, og tað hava ongantíð verið so nógvar kvinnur á miðnámsskúla sum nú. Í 2004/05 lósu 980 kvinnur á miðnámsskúla, meðan tað 2014/2015 vóru 1355. Talið á monnum er eisini væl hægri enn í 2004/05, men er lækkað nakað í í 2013/14 og 2014/15. Talið á kvinnum á miðnámsútbúgving veksur tó skjótari enn talið á monnum, so munurin millum kynini veksur.

 

Kelda til tølini er Studni. Øll, ið hava fingið stuðul í skúlaárinum, eru tald við.