Kvinnurnar vunnu í Grønlandi

Borðtennis: Føroyska kvinnulandsliðið gjørdi reint borð í kapping í Nuuk.

Føroysku mans- og kvinnulandsliðini í borðtennis eru í hesum døgum í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, har tey luttaka í Arctic Open. Hetta er ein árliga afturvendandi kapping ímillum Føroyar, Ísland og Grønland.


Í gjárkvøldið og í morgun hava liðkappingar verið á skránni. Hjá kvinnunum vóru fýra landslið við – eitt føroyskt, eitt grønlendskt og tvey íslendsk. Tann kappingin varð tí avgreidd við bólkaspæli, og ta kappingina vunnu Føroyar.


Føroyar vunnu allar liðdystirnar. Tann tættasti var ímóti Grønlandi, har Føroyar vunnu 3-2 í dystum. Á føroyska liðnum eru Henrietta Nielsen, Anna Mikkjalsdóttir og tann einans 14 ára gamla Sólja Hilduberg Djurhuus.


Menninir spældu seg víðari úr bólkaspælinum, men í hálvfinaluni máttu teir lúta fyri tí sterka grønlendska landsliðnum. Hóast tveir tættar dystir, so endaði tað 3-0 til Grønland. Á føroyska liðnum eru Fróði F. Jensen, Hallur Thorteinsson og Kai Roest.


Nú verður farið undir blandaðan tvímansleik, og síðani verður eisini farið undir tvímansleik og at enda einmansleik. Kappingin endar seinnapartin í morgin.