Kvinnurnar vunnu á Estlandi

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti vann sunnumorgunin ímóti Estlandi í altjóða kapping í Litava. Føroyar vóru betra liðið í dystinum og vunnu uppiborið 2-1. Hetta var eisini støðan í hálvleikinum. Jacoba Langgard skoraði við beinleiðis frísparki, og hitt føroyska málið var eitt sjálvmál. Føroyski málverjin Randi Wardum bjargaði brotssparki, og Føroyar fingu tvey mál kolldømd. Føroyar taptu fyrsta dystin í kappingini ímóti Litava, og mikudagin verður seinasti dysturin spældur - hann er ímóti Letlandi.