Á mannfólkasíðuni hevur fótbóltsárið verið lítið hugaligt hjá suðuroyingum í ár. TB er flutt niður úr bestu deildini við metfáum stigum, og FC Suðuroy er flutt niður úr næstbestu deildini, hóast liðið vann 26 stig.
Glottin er á kvinnusíðuni. Fótbóltskvinnurnar í Suðuroy hava mannað felagslið í næstbestu deildini. Tær endaðu næstfremst við 31 stigum., og nú boða tær frá, at tær ætla sær næsta ár at bjóða av í bestu deildini.
Á facebook síðuni hjá TB ber til at lesa hetta:
Felagsliðið TB/FCS/Royn 1. deild kvinnur fingu í kvøld handað silvurheiðursmerkir.
Kvinnurnar hava í kvøld avslutning eftir eitt gott og langt kappingarár.
Komandi ár spæla okur í bestu kvinnudeildini og tað gleða okur okum sera nógv til.
Okur vilja hervið takka øllum fyri eitt gott kappingarár og takk til tykum øll, sum hava stuðlað okum.
Í ár vóru átta lið í bestu kvinnudeildini. Tvey royndu seg fyri fyrstu ferð í fremstu røð – 07 Vestur og AB/B71.