Kvinnurnar vinna inn á menninar

1000 fleiri løntakarar vóru í juni enn fyri ári síðani

(Modellmynd)

Talið á løntakarum í Føroyum er vaksandi. Í juni mánaði vóru 27.500 løntakarar í Føroyum, og tað vóru 1000 løntakarar fleiri enn fyri einum ári síðani.

 

Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

 

Trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir, at hóast tað framvegis leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur talið munandi spakuligari, enn tað hevur gjørt. Vøksturin seinastu mánaðirnar er nærum stegaður upp.

 

Í juni vóru um 14.100 menn og 13.400 kvinnur í løntakaraskaranum. 

 

Trendurin vísir, at meðan vøksturin í talinum av mannligum løntakarum minkar spakuliga, leggjast kvinnur framvegis afturat løntakaraskaranum. Munurin millum talið av monnum og kvinnum í løntakaraskaranum, ið hevur verið vaksandi í nøkur ár, minkar tí nú aftur.

 

(Modellmynd)