Kvinnurnar vilja hava Obama

Høvdu tað verið kvinnurnar í USA, sum skuldu valt forsetan, hevði Barack Obama verið afturvaldur. Ein nýggj meiningakanning vísir, at av teimum kvinnunum, sum eru skrásettar sum veljarar, ætla 51 prosent at atkvøða fyri Obama í heyst. 37 prosent siga, at tær fara at atkvøða fyri Mitt Romney, um hann verður valevni hjá republikanarunum.

Men hóast Obama stendur væl sterkari millum kvinnurnar enn Romney, bendir kanningin á, at valið í november verður spennandi, og at Romney hevur tikið seg nógv fram í seinastuni.

Í teirri seinastu kanningini, sum er gjørd í døgunum frá 12. til 15. apríl, siga 47 prosent, at tey fara at atkvøða fyri Obama, og 43 prosent ætla sær at atkvøða fyri Romney. Fyri einum mánað síðani vóru tølini ávikavist 52 og 41. Her er vert at hava í huga, at tann seinasta kanningin er gjørd, eftir at Rick Santorum tók seg úr kappingini hjá republikanarunum.