Kappróður
Á Sundalagsstevnu í fjør var Gongurólvur hjá Havnar Róðrarfelag fremstur í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum. Í seks teimum næstu kappingunum eydnaðist tað ikki HR kvinnunum at vera fremstar á mál.
Men á Norðoyastevnu leygardagin vístu tær á Gongurólvi, at tær ætla sær at vera við í kappingini um FM heitið, sum kvinnurnar á Gongurólvi seinast vunnu í 2003.
Gongurólvur legði seg á odda beinanvegin, og hóast talan var um hampuliga tætta kapping við Sølmund, so tóktist ongantíð nakar ivi at vera um, at Gongurólvur fór at vinna.
Sølmundur og Páll Fangi vunnu hini heiðursmerkjaplássini. Fjarstøðan millum hesar tríggjar fremstu bátarnar var ikki størri enn so, enn at talan kann fara at verða um tætta kapping á næstu stevnunum.
Hesa ferð vunnu tær á Gongurólvi, og merkisvert var tað, at kvinnumanningin var tann einasta hjá Havnar Róðrarfelag, sum fór úr Klaksvík við vinnarasteypi í FM kappingini. Ofta hevur tað hilnast betri á Norðoyastevnu hjá Havnar Róðrarfelag, sum onkra ferðina hevur vunnið allar róðrarnar í fyrstu FM kappingini.