Kvinnurnar vardu vertirnar

Eftir kiksaran í Sandavági var eingin ivi, tá ið Gongurólvur tryggjaði Havnar Róðrarfelag einasta ólavsøkusigurin

Á Vestanstevnu í Sandavági var úrslitið soleiðis, at tað av røttum kundi setast spurningur við, um tað fór at eydnast Gongurólvi við kvinnum at syrgja fyri, at Havnar Róðrarfelag fór at vinna ein av ólavsøkuróðrunum.

Kvinnurnar á Gongurólvi skúgvaðu heilt skjótt allan iva burtur. Jarnbardur legði enn eina ferð bragdliga fyri, og Sølmundur fylgdi væl við. Á Vestanstevnu vann Páll Fangi. Tí kundi tað roknast við, at tær úr Klaksvík fóru at hava møguleika fyri at vinna og harvið at kasta skuggar yvir FM heitið Gongurólvi.

Soleiðis tørnaði tað ikki út. Páll Fangi róði ikki væl. Í endaspurtinum eydnaðist tað teimum úr Klaksvík at vinna seg fram á fjórða plássið. Tað mundi kennast sum vónbrot. Sølmundur sýndi fínt avrik og endaði næstfremstur – eina hálva bátslongd frammanfyri Jarnbard.

Eingin kundi hótta Gongurólv. Tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin millum Gongurólv og Sølmund tað mesta av einari bátslongd. Harvið høvdu kvinnurnar tryggjað sær FM heitið, ið er tað einasta, sum Havnar Róðrarfelag hevur vunnið, og tær tryggjaðu ólavsøkuvertunum einasta sigurin í ólavsøkukappróðrinum.

Hetta var fyrsta ferðin, at Gongurólvur hevur vunnið FM síðani 2003, og hetta var sjeynda ferðin, at Gongurólvur við kvinnumanning vann FM heitið. Ólavsøkusigurin var sermerktur við, at hetta var fyrsta ferðin síðani 1994, at Gongurólvur við kvinnum hevur vunnið á Ólavsøku. Tá ið Gongurólvur vann FM heitið í 2003, snýtti Jarnbardur tær fyri ólavsøkusigurin, sum tískil var serliga søtur hjá Gongurólvi hesa ferð.