Tað var eitt »vælkomnir« sum Óli Holm beyð aðalfundinum leygardagin. Ikki eitt einasta konufólk var millum fundarluttakararnar á aðalfundinum hjá FSF, og tað undirstrikar helst tann veruleika, at fótbóltur framvegis er ein ítrótt, har mannfólkini dominera.
Í sjálvari Starvsnevndini hjá FSF sita eisini bara mannfólk, men at hesir eisini hugsa um javnstøðu, kom til sjóndar, tá Aganevndin og Yvirkærunevndin vórðu valdar.
Her hevði nevndin uppskot um nevndarval, og tað var sjónligt, at javnstøðan var í huganum, tá hendan var vald. Í Aganevndini, sum helst kemur at taka sær av flestu kærumálunum, er talan soleiðis um kvinnuligan meiriluta. Og kvinnuligt umboð er eisini í Yvirkærunevndini, har menninir tó sita tveir móti einum. Eisini er talan um politiskt korrekt kynsbýti innan varalimirnar í teimum báðum nevndunum.










