Kvinnurnar vístu seg sum rættar menn

Føroysku svimjigenturnar setta alt og øll upp á pláss í svimjihøllini í Godby. Av teimum seks gullmerkjunum, sum vórðu fingin til høldar, áttu svimjigenturnar tær fimm

Svimjing Á einum degi, sum byrjaði illa við diskaðu mansstafettini, bjargaðu føroysku genturnar føroyska svimjihýrinum, tá tær løgdu fimm gullmerkir afturat longu stóra savninum. Hartil vann Pál Joensen eisini gullið, sum hann og øll onnur roknaðu við á 200 metrum. Men tað vóru fyrst og fremst kvinnurnar, sum vístu seg sum menn, tá mest stóð á. Mona Simonsen vann gull og setti bæði føroyskt og oyggjaleikamet á 800 metrum frí. Malan V. Bærendsen vann gull og setti føroyskt met á 400 metra blandað. Bjørg Seloy vann gull á 100 metur rygg. Shaila millum Garðarnar vann gull og setti føroyskt met á 50 metra frí, og so vann kvinnustafettin eisini ruddiliga í 4X50 metra frísvimjing, har tær eisini settu oyggjaleikamet. Altso fimm gullmerki til føroysku svimjikvinnurnar, sum soleiðis fullkomuliga domineraðu svimjihøllina. Enntá somikið nógv, at allar føroysku kvinnurnar longu nú hava ognað sær í minsta lagi eitt gullmerki í part, nú komið er í helvt við svimjikappingina. Stór mynd av stafettini (gjarna yvir 6-8 teigar) Føroyska stafettin í 4X50 metra frí vann ein tryggan sigur. Her síggjast Birita Debes, Shaila millum Garðarnar, Guðrun Holm Jacobsen og Katarina S. Lamhauge við gyltu dropunum, sum verða lætnir fyri sigrar á Álandi Mynd: Álvur Haraldsen