FSF hevur gjørt av, at Føroyar skulu vera í næstu HM-undankapping fyri kvinnur, sum verður næsta ár.
Tað sigur Fótbóltssambandið á síni heimasíðu, haðani myndin eisini er.
Sjálvt endaspælið verður í Kanada í 2015.
A-landsliðið við kvinnum, er annars í hesum døgum í holt við fyrireikingarnar til venjingardyst móti Luksembourg seinni í hesum mánaðinum.
Undankappingin byrjar í september næsta ár, men tó er tað soleiðis, at boða fleiri enn 42 lond í Evropa frá luttøku, verður ein undan undankapping í døgunum frá 4. til 9. apríl næsta ár.
Tann kappingin er fyri tey lægst bólkaðu londini.?
Lutakastið til undan undankappingina verður 18. desember og lutakastið til undankappingina verður 28. februar. ?
Seinast, føroyska kvinnulandsliðið spældi undankappingardyst, var í mars 2011, tá liðið spældi tríggjar undan undankappingdystir til EM 2013.??