Kvinnurnar tóku ikki av

Fótbóltur - Hóast nógv spæl og at Armenia allan seinna hálvleik var í minniluta eftir útvísing, megnaði føroyska kvinnulandsliðið ikki at taka av og fáa mál, men tapti dystin

Hóast 17 skotroyndir, harav tær tríggjar vóru innan fyri mál­rammuna, eydnaðist ikki føroysku fótbóltskvinnunum at vinna á Armenia í gjár. Held­ur ikki, hóast føroyska liðið hevði bóltin nógv meira og allan seinna hálvleik var í meiri­luta, tí Armenia fekk ein spælara útvístan í yvirtíðini av fyrra hálvleiki. Eitt nú søgdu horna­sparks­hagtølini 7-2 til føroysku kvinn­urnar, men einki hjálpti.
– Eg eri øgiliga vónbrotin, tí vit høvdu bóltin nógv í fyrra hálvleiki og komu eisini til kjansir, men uttan at tað varð nóg vandamikið. Tá tær so mistu ein spælara beint fyri hálv­leik, vóru vit í meiriluta allan seinna hálvleik, men komu bara ikki nóg langt fram, sigur landsliðsvenjarin, Álvur Haraldsen, við Rás 2.
– Armenia skoraði nokk so tíðliga eitt mál, tá vit mistu bóltin lætt og síðani ikki fingu ruddað hann burtur, so teim­um eydnaðist at skora, sjálvt um tað var eitt sindur heppið hjá teimum. Sjálvt um vit gjørdu nakrar broytingar, sum dystinum leið, eydnaðist fram­vegis ikki at skapa nóg nógvar og nóg stórar kjansir.
Armenska málið kom longu í áttanda minutti, og hóast Føroyar høvdu bóltin meira og spældu nógv, hevði Armenia tveir aðrar kjansir, ið Randi Wardum í málinum tó fekk vart fyri. Tað kundi verið verri, tá av­tornaði, hóast úrslitið sjálv­andi var eitt vónbrot, nú kjans­urin annars skuldi verið har.
Kunnu spæla betri
Hini bæði londini í bólkinum spældu fyrrapartin í gjár, og tá vann Malta 1-0 á Georgia. Málið kom ikki fyrr enn tveir minuttir inn í yvirtíðina, tá maltesiski liðskiparin, Rebecca D’Agostino, lá framvið og skor­aði. Hóast hetta var ein nokk so javnur dystur, hevði Malta so mikið munin, at sigurin ikki var óuppiborin.
Í morgin klokkan eitt spæla føroysku kvinnurnar ímóti Malta, og tá ræður um at vinna, skal nøkur vón vera um at koma úr bólkinum sum vinnari. Í hinum dystinum møt­ast Georgia og Armenia, og um Føroyar vinna á Malta og Georgia vinnur á Armenia, er bólkurin púra javnur, tí tá hava øll liðini trý stig.
– Vit spældu henda fyrsta dystin nógv verri, enn vit kunnu gera, men megna vit at vísa nakað av okkara besta í næsta dystinum, sum verður ímóti Malta, havi eg góðar vón­ir. Tað vísir seg, at øll hesi liðini eru sera jøvn, so um vit spæla væl, kunnu vit saktans vinna, men spæla vit ikki frægari enn ímóti Armenia, kunnu vit eisini tapa ímóti hinum liðunum í bólkinum, sigur Álvur Hansen, ið helst noyðist at blanda kort­ini eitt sindur øðrvísi hesa ferð, skal hann fáa eitt frægari úrslit burturúr.

- - -

Føroyar - Armenia 0-1 (0-1)
0-1: Gayane Kostanyan, 8.
Føroyska liðið: Randi Wardum – Paula Mikkelsen, Bára Skaale Klakstein, Ragna Patawary, Sigrid Jacobsen (Rakul Magnussen, 86.) – Heidi Sevdal, Malena Josephsen, Fríðrún Danielsen, Ansy Sevdal (Mona Breckmann, 67.) – Olga Kristina Hansen – Rannvá Andreasen
Dómari: Sjoukje de Jong, Holland