Kvinnurnar stýra norðurlendsku húsunum

Norðurlendska ráðharraráðið hevur sett nýggj stýri fyri norðurlendsku húsini og Kulturkontakt Nord fyri 2016-2017. Mentamálaráðið hevur sent tilmæli um limir til ráðharraráðið at velja ímillum.


Nú tað er greitt hvørji føroyski umboðini eru, kann staðfestast, at tað eru kvinnurnar, ið ganga á odda í føroyska mentan. Øll tey føroysku umboðini eru nevniliga kvinnur.  


Andrea Heindriksdóttir, stjóri í Tórshavnar Musikkskúla, er føroyskt umboð í stýrinum fyri Norðurlandahúsið. Hetta er onnur seta hennara í stýrinum.


Kinna Poulsen, studentaskúlalærari og listaummælari, er nývalt føroyskt umboð í stýrinum fyri Kulturkontakt Nord.


Rakel Helmsdal, rithøvundur og dukkuteaturstjóri, er nývalt føroyskt umboð í stýrinum fyri norðurlendska stovnin í Álandi.


Varalimir í norðurlendska stovninum í Grønlandi og norðurlandahúsinum í Íslandi eru ávikavist Hedvig W. Kapnas, leiðari fyri Listaleypin, og Urd Johannesen, bókmentaligur samskipari fyri FarLit og handilsskúlalærari.


Mentamálaráðið upplýsir, at stýrini virka sum ráðgevandi organ og sparringspartnari hjá stjóranum viðvíkjandi strategisku planleggingini.