Kvinnurnar storma fram

Skeiva kynsbýtið millum menn og kvinnur má sigast av vera munandi minni skeivt nú, enn tað var fyri bara hálvum ári síðani, tá tað kemur til oddasessir í føroyska samfelagnum Um tað er tilvildarligt, ella um tað er Demokratia og drúgva orðaskiftinum - undan bæði fólkatings- og løgtingsvali um skeivt kynsbýti millum menn og kvinnur á álitispostum í føroyska samfelagnum - fyri at takka, er torført at geva nakað greitt svar uppá. Og tó, ikki er óhugsandi, at talan er um eina kombinatión. Í øllum førum er nógv hent seinastu fáu mánaðirnar, sum broyta samlaðu myndina av kynsbýtinum í tungu sessunum í føroyska samfelagnum.

Ein kvinna - Marita Rasmussen - stendur nú á odda fyri Vinnuhúsinum, sjey kvinnur móti trimum eru valdar á Løgting, tríggjar móti ongari í landsstýrið, men eftir samgonga varð skipað, eru átta kvinnur at finna í Løgtinginum. Samstundis er tað fyrstu ferð, at ein kvinna er forkvinna í fíggjarnevndini, sum gjørdist Eyðgunn Samuelsen, ið júst var forkvinna í Demokratia. Og fyri viku síðani valdi stýrið fyri Kringvarp Føroya at seta kvinnuligan stjóra fyri samanlagda stovnin, sum gjørdist Annika Mittún Jacobsen.

Um góðar tvær vikur - á sjálvum kvinnudegnum 8. mars - verður Gunleivur Dalsgaard avloystur av eini kvinnu í formannsessinum fyri Starvsmannafelagið. Bert eitt valevni er, og tí verður tað næstforkvinnan seinastu tvey árini, Selma Ellingsgaard, ið skal standa á odda fyri størsta almenna fakfelagnum í landinum.

Hetta er fyrstu ferð í 47 ára gomlu søgu felagsins, at ein kvinna skal standa odda fyri einum av størstu fakfeløgum í landinum, skrivar Starvsblaðið. Hetta, hóast 70 prosent av limaskaranum eru kvinnur.