Rógving
Føroysku bátarnir á Scilly Oyggjunum róðu um kapp hetta vikuskiftið. Í mun til undanfarin ár var kappingin væl harðari. Luttøkan hevði sett met við 78 bátum, og tá talan har umframt eisini var um tvær nýggjar føroyskar manningar, so sást hetta eisini aftur á úrslitunum.
Menninir av Argjabátinum hava ongantíð róð í slíkum bátum áður, og tað var skjótt greitt, at tað ikki var millum teir fremstu, at teir skuldu gera seg galdandi. Í seinasta róðrinum kappaðust teir um plásssini frá 61 og niðureftir, og her gjørdust teir næst fremstir, soleiðis at endastøðan gjørdist nr. 62.
Vóru í A-bólkinum
Kvinnumanningin av Frúnni, Jarnbardi og Hvessingi vann B-finaluna, og gjørdist sostatt nr. 12, men vildi væl til, kundi talan verið um eina enn hægri plasering. Í næst seinasta róðrinum fluttu tær nevnliga niður úr A-bólkinum, og hóast tað sjálvandi er harmuligt, so staðfesti avrikið enn einaferð, at føroysk róðrarfólk so avgjørt einki hava at skammast um, tá kappast verður í altjóða høpi.










