Kvinnurnar stýra landsrættinum

Eystari landsrættur er í hesum døgum í Føroyum á regluligu vitjan sínum. Nakrar ferðir um árið er landsrætturin í Føroyum í tvær vikur og viðger dómar í Føroya rætti, sum eru kærdir til Landsrættin.

 

Tríggir landsrættardómarar koma úr Danmark til rættarfundirnar í Eystara Landsrætti. Tað, sum er serligt hesa ferð, er at tað eru tríggjar kvinnur, ið manna (!) landsrættin.

 

Ulla Langholz er fastur gestur í Føroyum, tá Eystari Landsrættur møtir her, men meðan hon vanliga plagar at hava tveir mans við sær, hevur hon hesaferð Sanne Kolmos og Janni Christoffersen við sær.

 

Sakførarar og onnur, sum Miðlahúsið hevur tosað við, siga seg ikki minnast, at tað áður einans hava verið tríggjar kvinnur, sum hava umboðað Eystara Landsrætt. Sum skilst plagdu tað at vera tríggir mans, men seinastu árini hava tað oftari verið kvinnur við.

 

Seinastu tíðina hevur Ulla Langholz so verið rættiliga regluligur gestur við landsrættinum. Men altso, neyvan nakrantíð fyrr hava allir dómararnir í Eystara landsrætti í Føroyum verið kvinnur.