Kvinnurnar stýra húsinum og menninir stýra landinum

Í næstum verður skipað fyri eini røð av almennum tiltøkum, sum hava til endamáls at fáa fleiri kvinnur virknar í politikki


<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Javnstøða
 

 Nevndin, ið virkar fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, fer í næstum at skipa fyri eini røð av almennum tiltøkum fyri øllum, sum hava áhuga í størri kvinnuumboðan í politikki. Fyrsta tiltakið verður leygardagin 4. novembur frá klokkan 14-17 á Hotel Hafnia í Havn.
Evnið er politiska skipanin í dag, hvørjir aðrir møguleikar eru og, hvat onnur lond við góðum úrsliti hava gjørt fyri at venda gongdini
Høvuðsrøðari verður Hólmfríður Sveinsdóttir, stjórnamálafrøðingur, úr Íslandi.
Hon er virkin í íslendskum politikki og hevur nógvar royndir úr nevndararbeiði, ábyrgdarstørvum osfr. Frá 1998 til 2003 sat hon í eini nevnd, ið virkaði fyri øktum kvinnuleikluti í íslendskum politikki. Nevndin skipaði fyri fleiri áhugaverdum og øðrvísi átøkum, og úrslitið sást aftur við tað, at glið kom á kvinnuligu luttøkuna í samfelagsmálum og politikki, sigur javnstøðunevndin. 
- Føroysku kvinnurnar eru eisini virknar. Tær taka m.a. lut í ymiskum arbeiði í gerandisdegnum og í nærumhvørvinum. Tað er ofta júst her, trupulleikar og møguleikar síggjast fyrst – langt áðrenn onnur síggja teir. Føroyska samfelagið hevur tørv á, at henda vitan og hesar royndir koma samfelagnum til góðar har, sum avgerðirnar verða tiknar, sigur javnstøðunevndin.
Umframt Ìslendska stjórnmálafrøðingin, fara eisini Karin Kjølbro, fyrrverandi løgtingskvinna, Bergtóra Hanusardóttir í Kvinnufelagasamskipan Føroya og  Bjørg Jacobsen í Javnstøðunevndina
Somuleiðis fer Sigrid Rasmussen at syngja og spæla og kaffi og kaka verða at fáa.
Og tað er alt samalt ókeypis.
- Vit vilja varpa ljós á, at enn í 2006, er tað  í alt ov stóran mun so, at konufólkið ræður heima og mannfólkið ráða landinum. Vit vilja fáa fram vanliga fatanin er tann, at  soleiðis eigur tað at vera, ella um vit eiga at gera nakað fyri at broyta skeiva kynsbýtið allastaðni har politiskar avgerðir verða tiknar.  Og ikki minst er endamálið at fáa hugskot um hvat  kann gerast fyri at venda gongdini.”