Mikudagin í síðstu viku var aðalfundur í flogbóltsfelagnum Fleyr.
Frammanundan var greitt, at neyðugt var við fleiri nýggjum nevndarlimum, tí tríggir av nevndarlimunum tóku ikki við afturvali, harímillum Heini Weihe, formaður, og Magnus Tausen, næstformaður.
Í teirra stað vórðu tríggjar kvinnur valdar, soleiðis at nevndin nú er mannað einans við kvinnum.
Nevndin hevur skipað seg við Lenu Halgren sum forkvinnu, Kristinu Samuelsen sum næstforkvinnu, Hjørdis Højsted sum kassameistara og Christinu Nolsøe sum nevndarlimur og umboðsfólk.
Felagið varð stovnað í 1977 og er heimahoyrandi í Havnini.