Ferðavinna
Tvær kvinnur hava tikið við sum leiðarar á hvør síni deild hjá Smyril Line, sigur felagið í tíðindaskrivi um dagarnar.Talan er um incoming deildina og flogdeildina. Nýggi leiðarin á flogdeildini loysir eina aðra kvinnu av.
Av Smyril Line verður sagt, at tey hava nógv at gera á ferðamannadeildini í løtuni. Tað er jólaferðslan, sum er farin at merkjast. Serliga eru tað føroyskir útisetar, sum tryggja sær ferðaseðil heim til jóla. Bæði við skipi og flogfari, sum Smyril Line eisini umboðar.
Sagt verður, at tey fyrr merktu størri mun á summar- og vetrarhálvárunum, enn tey gera í dag. Tað kemst fyri stóran part av, at Norrøna nú siglir alt árið, og fólk ferðast eisini alla tíðina við skipinum.
Men Smyril Line er kortini meira enn Norrøna. Eisini flogferðsluna hava tey við at gera, soleiðis at skilja, at tey selja flogferðasðlar um allan heim.
Um veturin er tað fyri stóran part handilsferðandi, sum tey avreiða hjá Smyril Line. Stórur partur ynskir at flúgva, men fleiri og fleiri ferðast við Norrønu, tí tey vilja hava bilin við. Hetta eru ikki bara fólk, sum fara til Danmarkar í handilsørindum, uttan eisini longri suður í Europa og ynskja so at koyra sjálvi.
Incoming deildin
Incoming deildin hjá Smyril Line fekk nýggjan leiðara tann fyrsta oktober. Tað er Ann-Mari Wang, sum kemur úr starvi hjá danskari fyritøku, ið hevur sum sergrein at skipa fyri ráðstevnum, verður sagt í tíðindaskrivinum frá Smyril Line.
Ann-Mari Wang hevur útbúgving sum akademiøkonomur frá Turistakademinum í Randers, og hevur síðan arbeitt í Danmark á eitt nú hotelli og ferðaskivstovu, har hon hevur havt incoming sum starvsøki.
Á incoming deildini taka tey sær av ferðafólki, sum kemur til Føroya. Vísa teimum landið og syrgja fyri, at ferðafólkið fær so fjølbroyttar og spennandi upplivingar, sum til ber. Serliga er tað um summarið, at incoming deildin hjá Smyril Lime hevur nógv á skránni.
Skráin fyri komandi summar er løgd, og verða tá 12 ymsar útferðir, sum ferðafólkið kann fara til.
Eisini hevur incoming deildin saman við flogdeildini drúgvar royndir sum samskiparar av fundum og ráðstevnum.
Og júst hetta verður nakað, sum deildin fer at leggja seg eftir at menna í framtíðini, sigur nýggi leiðarin, Ann-Mari Wang.
Flog yvir
Eisini Flogdeildin hjá Smyril Line hevur fingið nýggjan leiðara, siga tey í tíðindaskrivinum. Tað er Heidi Askham, sum tekur við eftir Anniku Andreasen, sum fer í starv á marknaðardeildini hjá felagnum. Heidi Askham hevur seinastu tvey árini verið varaleðari á flogdeildini.
Flogdeildin hjá Smyril Line hevur verið í støðugum vøkstri øll árini, veðrur sagt í tíðindaskrivinum.
Hesa árstíðina arbeiða tey nógv við at avgreiða bólkaferðir, verður sagt. Fyri stóran part slíkar sum námsferðir hjá ymsum skúlum.
Esiini marknaðardeildin hevur nógv at gera, láta tey at. Har verður nýggj ferðaætlan gjørd til komandi ár, sum tó fer at líkjast henni, sum galdandi var í summar.
Summarferaætlanini verður prentað í 540.000 eintøkum á 10 málum og send til 12 lond. Umframt er ein vetrarferðaætlan komin út á fýra málum í 40.000 eintøkum.









