Kvinnurnar spæla um vikuskiftið

Bæði Formuladeildin og 1. deild hjá monnum liggur still um vikuskiftið, nú føroyska landsliðið skal spæla landsdyst í Skotlandi. Hinvegin eru dystir á skránni hjá kvinnunum, sum nú eru komnar til endaspælið. Oddaliðið KÍ misti seinasta vikuskiftið síni fyrstu stig í ár, og KÍ hevur aftur hetta vikuskiftið truplan útidyst. KÍ skal spæla á Eiði ímóti EB/Streymi. Hin dysturin verður á Argjum, har AB, sum er næstfremst, skal spæla ímóti GÍ, ið fekk javnleik ímóti KÍ seinasta sunnudag.