Tað verður toppdystur í kvinnukappingini í fótbólti í Klaksvík í kvøld. Felagsliðið hjá EB/Streymi og Skála fyrirekar seg nú at fara til Klaksvíkar. Fyrsta bríkslið verður klokkan 18.30. Upprunaliga skuldi dysturin verið spældur í 1. umfari, sum var 25. mars, men tá varð hann útsettur orsaka av vánaligum líkindum.
KÍ kvinnurnar hava síðani túsund ára skiftið verið einaráðandi í landskappingini. Hini liðini hava viðhvørt roynt at bjóða teimum í Klaksvík av. Seinastu árini hevur tað verið AB, og undan kappingarbyrjan í ár varð roknað við, at tað hesa ferð fór at vera HB, sum skuldi geva KÍ mestu mótstøðuna.
Tað kann vera, at HB fer at standa seg væl, men higartil er tað felagsliðið hjá EB/Streymi og Skála, sum hevur roynst best. Støðutalvan vísir, at EBS/Skála og KÍ eru púra jøvn. Bæði liðini hava vunnið fulla úrtøku burtur úr fýra dystum, og hjá báðum liðunum er málmunurin 22-2.
Í kvøld bresta hesi bæði liðini saman í Klaksvík, har tað verður sagt frá góðum fótbóltslíkindum. Hesin dysturin er tann einasti í bestu kvinnudeildini í kvøld.










