Kvinnurnar spæla toppdyst

Á middegi fer KÍ at spæla á útivølli ímóti EBS/Skála, sum enn einaferð bjóðar av í FM kappingini

Stóri spurningurin í kvinnukappingini í fótbólti er, um KÍ kvinnurnar enn einaferð fara at megna at vinna FM heitið. Trý tey seinastu árini hevur EBS/Skála vunnið silvur, og aftur í ár eru tað KÍ og EBS/Skála, sum kappast um oddasessin.

 

Á middegi í dag hittast hesi bæði liðini fyri fyrstu ferð í ár í landskappingini. Tað verður við Margáir.

Tá ið tað letur til, at hesi liðini altíð vinna á hinum liðunum, so verður hetta ein av lyklauppgerðunum í stríðnum um FM heitið.

 

EBS/Skála hevur spælt fýra dystir og vunnið allar við samantalda málmuninum 15-2. KÍ hevur spælt tríggjar dystir og vunnið allar við samantalda málmuninum 14-1.

Útsetti dysturin millum B36 og KÍ verður mikukvøldið í Gundadali.

 

Í dag

ÍF/Víkingur-B36: Kjartan á Gravarbø kl. 12.30

B68-HB: Bogi Hansen kl. 17.00

EBS/Skála-KÍ: Elsa Andreasen kl. 12.30

 

Støðan

EBS/Skála 12

KÍ 9

HB 6

B36 3

ÍF/Víkingur 3

B68 0

KÍ og B36 hava spælt tríggjar dystir, og hini liðini hava spælt fýra dystir