Tað hevur ikki gingið nakað serligt í kvinnufótbóltinum tey seinastu árini. Hetta eru feløgini, spælararnir og Fótbóltssambandið samd í. Og nú verður ein roynd gjørd fyri at fáa kappingina meiri livandi og fyri samstundis at røkka einum øðrum máli, sum er at kvinnufótbóltur verður spældur so nógva staðni kring landið, sum tað ber til.
Í uppskotinum um skrá, sum FSF á aðalfundinum í dag fer at handa feløgunum, stendur, at kvinnurnar undan summarsteðginum skulu spæla í tveimum bólkum. Eftir summarsteðgin skulu trý tey bestu liðini í hvørjum bólkinum spæla um FM heitið.
Í bólki A skulu hesi liðini spæla ímóti hvørjum øðrum: HB, Skáli, VB, Sumba, GÍ og AB. Í bólki B skulu hesi liðini spæla ímóti hvørum øðrum: NSÍ, B71, KÍ, EB/Streymur og B36.