Tá talan er um uttanríkis- og trygdarpolitikk, roynir Saudiarabia at knýta seg at Vesturheiminum. Men landið er eitt sera konservativt islamskt kongsveldi, og innanríkispolitiskt er lítið, sum líkist teimum vesturlendsku viðurskiftunum.
Fyri at tekkjast Vesturheiminum hevur kongshúsið gjørt av at halda kommunuval í apríl næsta ár, og valið er tað fyrsta har nakrantíð.
Týsdagin kunngjørdi blaðið al-Watan, at vallistarnir skulu leggjast fyri myndugleikarnar longu um tveir mánaðir, og tá skulu myndugleikarnir eisini hava at vita, hvør stillar upp. Um valreglurnar skrivaði blaðið, at bara menn, sum hava fylt 21 ár, sleppa á val, og at bara menn, sum hava fylt 26 ár, sleppa at stilla upp. Kvinnurnar sleppa sostatt hvørki á val ella at stilla upp.
Á valinum sleppa teir saudiarabisku menninir at velja nøkur av umboðunum í kommunu- og býráðunum. Myndugleikarnir hava fyrr sagt, at eydnast valið væl, sleppa menninir at velja allar bý- og kommunustýrislimirnar næstu ferð.
Saudiarabia hevur einki tjóðarting. Allar lógir skulu kortini góðkennast í tí sokallaða "shua-ráðnum". Har sita 90 menn, sum Fahd, kongur, hevur tilnevnt. Tann dagliga og ovasta leiðslan liggur í hondunum á krúnprinsinum Abdullah.










