Nógv telving hevur verið seinastu dagarnar í løgtinginum í samband við býtinum av nevndarsessum.
Fyrst millum andstøðu og samgongu, um hvør skuldi fáa mest nevndarsessir og formanssessir, síðani millum flokkarnar, um hvør skuldi fáa teir bestu sessirnar og at enda millum tingfólk sjálvi, ið gjarna vilja sleppa framat í teimum nevndum, har tey fáa mest ávirkan á tey mál, ið liggur teimum á hjarta.
Tað eydnaðist samgonguni, við stuðli frá Nýtt Sjálvstýri og Sonju Jógvansdóttir, at vinna allar formanssessirnar í løgtinginum. Fyri teirra stuðul fekk Nýtt Sjálvstýri formanssessin í landsstýrismálanevndini.
Hinar seks nevndirnar deildu samgonguflokkarnir soleiðis, at hvør flokkur fekk tveir formanssessir. Framsókn fekk formanssessirnar í Fíggjarnevndini og Mentanarnevndini, Tjóðveldi í Uttanlandsnevndini og Trivnaðarnevndini, meðan Javnaðarflokkurin fekk formanssessirnar í Vinnunevndini og Rættarnevndini.
Av nevndunum, so er tað serliga Fíggjarnevndin, Uttanlandsnevndin og Vinnunevndin, at tinglimir vanliga gjarna vilja sleppa upp í part. Í tveimum av teimum nevndunum eru tað kvinnur, ið sita við leiðsluni.
Í Fíggjarnevndini er tað Annika Olsen, Framsókn, ið er forkvinna, meðan Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi, hevur tikið við formanssessinum í Uttanlandsnevndini. Í Vinnunevndini er tað nývaldi javnaðarmaðurin, Bjarni Hammer, ið er valdur til formann.
Í teimum seinastu trimum nevndunum er tað eisini meiriluti av kvinnum í formanssessnum.
Katrin Kallsberg, Tjóðveldi, ið hevur drúgvar royndir innan heilsuverkið, er vorðin forkvinna í Trivnaðarnevndini. Tað er júst í tí nevndini, at tey mál, ið viðkoma heilsuverkinum, verða viðgjørd.
Eisini í Mentanarnevndini hava tey fingið eitt fakfólk til forkvinnu, har tað er Hanna Jensen, Framsókn, ið starvast sum studentaskúlalærari á Kambsdali, ið er vald til nevndarforkvinnu.
Seinasta nevndin er Rættarnevndin, har borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, er vorðin formaður. Tá Kristin Michelsen varð valdur á ting fyri fyrstu ferð fyri fýra árum síðani, gjørdist hann kendur um alt landið, tá hann í beinleiðis sjónvarpi sjálvt valkvøldið boðaði frá, at hann ikki gjørdist partur av nakrari samgongu, har ein nýggjur Hvalbiartunnil ikki varð raðfestur. Tí er tað ikki óvæntað, at hann gjørdist formaður nevndini, har tunnilsmál hoyra undir.