Flogbóltur
Serliga hjá kvinnunum gekst væl, men tað var tó eitt stórt vónbrot, at tær ikki megnaðu at vinna bronsuna, sum annars tóktist liggja beint fyri.
Høvdu Føroyar í seinasta dystinum bara vunnið eitt sett móti norsku mótstøðuni, var bronsan vís. Hetta tí føroyska liðið hevði vunnið tryggan sigur á einum enskum liði.
Tað varð eisini roknað við, at føroysku kvinnurnar skuldu vinna hendan dystin, men her vildi einki bera til. Serliga gekst illa í hond tey bæði fyrstu settini, men í triðja settinum kom føroyska liðið tó fyri seg. Nóg mikið var tað tó ikki, og norska liðið vann tí 25-23 í hesum seinast settinum, sum altso avgjørdi bronsuna.
Tað var sjávlandi eitt stórt vónbrot, men hinvegin taldi tað avgjørt rætta vegin, at Føroyar vunnu seg av niðasta plássinum. Og fyri framtíðina er tað helst eitt gott tekin, at ikki færri enn sjey av føroysku spælarunum eisini kunnu spæla í U-19 næstu trý árini.
Ov lítil spælitíð
Hjá dreingjunum gekst ikki heilt so væl. Allir dystirnir í kappingini vórðu taptir við 3-0, og serliga tóktist tað vera kropsliga støddin og styrkin, sum kostaði dýrt hjá okkara.
Boðini úr føroysku leguni vóru eisini hampuliga greið í so máta. Tað kostar, tá spælararnir at kalla ikki fáa spælitíð í bestu deildini, og tí verða teir afturúr sigldir sammett við útlendsku javnaldrarnar, verður sagt.










