Tað var vorðið sum avrik eftir steðgin, tá ið kvinnulandsliðið spældi fyrsta dystin í venjingarkappingini, sum í hesum døgum er í Riga í Letlandi.
Umframt Føroyar luttaka baltisku londini. Í dag spældu Føroyar ímóti Estlandi, og tað sá einki út, tá ið liðini fóru at hvíla seg. Tá var Estland frammanfyri 2-0.
Eftir steðgin reisti føroyska liðið seg. Eftir lítlari løtu skoraðu Føroyar tvey mál, og harvið endaði tað 2-2.
Innskifta Milja Simonsen minkaði um munin við góðum langskoti. Rannvá B. Andreasen javnaði tríggjar minuttir seinni, tá ið hon var fyrst á bóltinum, eftir at estlendski málverjin misti bóltin. Rannvá var í seinna hálvleiki frammi á vøllinum, eftir at hon í fyrra hálvleiki var í miðverjuni.