Kvinnurnar rýma frá Blair

Tær bretsku kvinnurnar siga seg ikki hava álit á Tony Blair, forsætisráðhara longur, og tí umhugsa nógvar teirra at atkvøða fyri hinum flokkunum

Nógvir bretar eru av teirri uppfatan, at Tony Blair, forsætisráðharri, var ikki nóg reiðiligur, tá tað snúði seg um kríggið í Irak, og kanningar vísa, at serliga kvinnurnar hava ilt við at líta á hann longur.
Tað er ikki bara kríggið í Irak, sum fær nógvar kvinnur at venda Blair bakið. Kvinnurnar eru heldur ikki nøgdar við ES-politikkin hjá stjórnini, og so halda tær, at stjórnin hevur gjørt alt ov lítið við at bøta um umstøðurnar á sjúkrahúsunum.
Eitt annað málsøki, sum sambært kvinnunum hevur ligið á láni tey seinastu árini, er skúlaverkið, og tað ger, at nógvar ungar mammur helst fara at atkvøða fyri teimum konservativu ella Liberaldemokratunum hesaferð, skrivar Reuters.
Sambært einari spurnarkanning eru tað bara 28 prosent av teimum bretsku kvinnunum, sum hava álit á, at Tony Blair er reiðiligur. Í 1997 hildu 54 prosent av vkinnunum hann vera reiðiligan.