Kvinnurnar á pall

Ph 5,5 er navnið á nýggjum bólki, har kvinnurnar eru skapandi megin, men har bólkurin annars allur er við til at leggja tónleikin tilrættis. Bólkurin er samanseting av ymsum tónleikarum við ymsari bakgrund og hetta hoyrist aftur í ymsu stílunum, ið tónleikurin umboðar

Ph 5,5

Onkur kvinna hevur longu verið á palli í Prix Føroyar kappingini í ár. Men Ph virðið broytist óivað munandi, nú bólkurin Ph 5,5 kemur á pall. Kvinnurnar telja helmingin av mannigini og tá tað ræður um skapandi kreftirnar, so føra kvinnurnar pennin. Rannvá Jacobsen og Gurið Hansen skriva orð og løg.
Men manningin er í felag um at leggja tónleikin tilrættis.
Bólkurin sá dagsins ljós í desember 2004. Tær báðar høvdu hug at royna heimagjørda tilfarið og bólkurin kom nærum í av tilvild, tí tað skerst ikki burtur, at manningin er sera ymisk og hevur ymsa bakgrund og royndir.
Rannvá var við til at gera fløguna Mura og Gurið hevur óivað fingið gott í beinið, upplýsir ein av royndaru limunum í bólkinum, Heðin, við einum smíli. Hon er dóttir ein av guitarúrmælingunum í Føroyum, Hans Karl Hansen.
At Heðin Z. Davidsen og Brandur Jacobsen, tveir kendir jazzarar, komu við er tí, at teir vóru knýttir at ætlanini við fløguni Mura. Tá teir so komu uppí arbeiðið hjá Rannvá og Gurið, so hildu teir hetta vera áhugavert og stuttligt og at teir sluppu at vera við til at seta síni merki á tónleikin gjørdi, at teir hildu fram.
Av tí at bakgrund og royndir eru so ymisk, so er tónleikurin eisini úrslit av hesum. Hann er har, ið hesi fólkini hittast á tónleikavøllinum. Og tá tey hittast, so snýr tað seg m.a. um reggae, folk og kanska eisini teknokendan tónleik.
Av tí at bólkurin er sera nýggjur, so eru vónirnar ikki um at koma víðari, hóast tað sjálvandi er ein dreymur. Men limirnir meta, at ein góður mátari fyri, um bólkurin er góður ella ikki, eisini er, um bólkurin klárar at halda áfram at vera til aftan á Prix Føroyar kappingina.