Kvinnurnar á ovastu rók

Sjálvt um føroysku kvinnurnar ikki róðu í rætta bátaflokkinum leygardagin, so megnaðu tær allíkavæl at vinna sína kapping við góðari hjálp frá tveimum av okkara góðu rógvarum í Danmark

KAPPRÓÐUR

 

Bæði føroysku kvinnurnar og føroysku menninir, sum skuldu taka lut í DM-kappingini í rógving um vikuskiftið, vóru skuffaði, tá tað gjørdist greitt, at kappingin um danmarksmeistaraheitið bleiv avlýst orsakað av keðiliga veðrinum henda dagin.

Leingi var eisini líkt til, at eingin kapping fór at vera á skránni, men av tí at stórur partur av rógvarunum á staðnum vildu sleppa at rógva, so valdu fyrireikararnir allíkavæl at skipa fyri eini kapping fyri fýra mans innriggarar hjá bæði kvinnum og monnum.

Hjá føroysku monnunum var hetta eingin trupulleiki, tí teir høvdu fýra rógvarar og ein stýrimann við á ferðini. Hjá kvinnunum var hetta tó ein heldur størri trupulleiki, tí tær vóru bert tvær sum róðu við einum stýrimanni.

Føroysku kvinnurnar fingu tó hjálp frá teimum báðum føroysku rógvarunum, Katrin Olsen og Hildur Enni, sum báðar eru búsitandi í Danmark, og tí var tað eisini ein føroysk manning, sum fór at rógva hjá kvinnunum.

 

Vunnu upp á góðan endaspurt

Føroysku kvinnurnar fingu eisini eina góða byrjan upp á kappingina. Tær lógu ikki á odda frá byrjan av, men teir vóru við heilt frammi í oddinum. So við og við fótaðu tær sær á tí 1000 metra langa teininum, og tá bátarnir vóru komnir á leið hálvt málið, var greitt, at kappingini fór at vera millum tveir bátar, har annar teirra var báturin við teimum føroysku gentunum.

Men tá bátarnir fóru undir endaspurtin var greitt, at tað var tann danski báturin, sum var á leið eina hálvu bátslongd framman fyri, og tað sá út til, at føroysku kvinnurnar skuldu enda á einum øðrum plássi.

Men við einum sera góðum endaspurti ótu føroysku kvinnurnar meir og meir av leiðsluna hjá danska bátinum, og tað var líkt til, at hetta fór at gerast ógvuliga spennandi.

Í síðstu tøkunum vóru tað tó tær føroysku kvinnurnar, sum vóru drúgvari. Tær vunnu seg júst fram um danska bátin, og hesa leiðslu megnaðu tær at halda inn um málstrikuna, og við hesum høvdu føroysku bátsmanningarnar fingið eina stak góða byrjan upp á rógvikappingarnar í Brabrand leygardagin. Við sigrinum høvdu kvinnurnar eisini givið dreingjunum eina góða vón um, at tað eisini fór at bera til hjá teimum.

Tær fimm kvinnurnar, sum mannaðu føroyska bátin í Brabrand vóru Bára Berghamar Danielsen, Paula Eikholm, Eivy Olsen, Katrin Olsen og Hildur Enni.

 

Ilt at meta um útlitini í DM

Av fyrstan tíð var ætlanin, at Paula Eikholm, Eivy Olsen og Bára Berghamar Danielsen skuldu rógva í kappingini hjá tvey mans innriggarum hjá kvinnum, men av tí at DM bleiv avlýst, bleiv henda kappingin eisini strikað.

Av somu orsøk er eisini ilt at meta um, hvussu hevði gingist hjá teimum trimum, um DM ikki hevði blivið avlýst. Men hyggja vit eftir úrslitinum, sum føroysku kvinnurnar fingu í kappingini leygardagin, so er als ikki óhugsandi, at Paula, Eivy og Bára kundu fingið eitt gott úrslit í eini møguligari DM-kapping.

Hetta fáa vit tó ikki at vita á hesum sinni, men vónandi fara føroyskar manningar at royna hetta aftur komandi ár, so vit kunnu fáa eina hóming av, á hvørjum støði føroysku manningarnar eru í mun til tær donsku.