FSF hevur gjørt avtalu við Alexander Djordjevic og Lennard Pedersen, um at verða hjálparvenjarar hjá føroyska kvinnulandsliðnum til komandi HM-undankapping.
Hesum boðar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum frá í dag.
Stórar avbjóðingar bíða føroyska kvinnulandsliðnum, nú tær fyri fyrstu ferð nakrantíð skulu luttaka í einari HM-undankapping.
Føroyar er komnar í bólk saman við Skotlandi, Póllandi, Svøríki, Bosnia/Hersegovina og Norður Írlandi, og fyrstu dystur í kappingini er á skránni um góðar tríggjar vikur, sunnudagin 22. september, tá Skotland kemur á vitjan í Føroyum.
Høvuðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum er Jón Pauli Olsen, og nú er greitt, at Alexander Djordjevic og Lennard Pedersen verða hjálparvenjarar, har Lennard serliga kemur at taka sær av málmansvenjingunum.
Avtalan millum Fótbóltssamband Føroya og venjararnar er galdandi til endan av 2014, tá komandi undankapping endar.