Spenningurin var stórur undan avgerandi EM-undankappingardystinum hjá føroysku hondbóltskvinnunum. Tær vunnu í gjár 25-24 ímóti Grikkalandi, og tískil var greitt, at tær spældu seg víðari til komandi umfar í EM-undankappinini, um tað eydnaðist at fáa minst ein javnleik ímóti Finnlandi í dag. Føroyar vunnu 20-17 eftir hálvleiksstøðuna 8-5, og harvið hava føroysku kvinnurnar spælt seg víðari.
Tað var annars Finnland, sum byrjaði betur og legði seg á odda bæði 2-0 og 4-2. Men eftir eini 10 minuttir vaknaðu føroysku kvinnurnar. Fyrst javnaðu tær til 4-4, og síðani løgdu tær seg á odda við trimum málum. Hendan trýmálsleiðslan varð varðveitt so at siga allan dystin, og tessvegna kom føroyski sigurin ongantíð veruliga í vanda.
Finnar hóttu mest ta einu løtuna í seinna hálvleiki, tá ið føroyska leiðslan varð minkað niður í bert eitt mál, men trýmálsleiðslan kom beinanvegin afturíaftur, og seinastu minuttirnar var ongin ivi um, hvat lið fór at vinna dystin, sum varð spældur í Grikkalandi.
Ein listi við føroysku málskjúttunum kemur seinni.