0-0 stóð á talvuni tá dysturin millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Kasakstan var liðugur. Sambært Álvi Hansen, landsliðsvenjara hevði Kasakstan heldur fleiri málmøguleikar, og at tað tískil var talan um eitt nøktandi úrslit fyri føroysku kvinnurnar. Tað var serliga málverjin, Randi Wardum, sum stóð væl, og fangaði Randi fleiri fríbóltar hjá kasakstanska álopinum. Føroysku kvinnurnar høvdu tó eisini onkra naska roynd, sum kundi givið mál. Men eitt stig er ongantíð at kimsa at hjá einum føroyskum landsliði.










