Kvinnurnar klárar til hálvfinalurnar

Finalistarnir í fjør, KÍ og HB, vunnu sannførandi sínar fjórðingsfinalur

Kvinnurnar hava tvey tey undanfarnu vikuskiftini leikt ávíkavist áttandaparts- og fjórðingsfinalurnar, og nú er greitt hvørji feløg bresta saman í hálvfinalunum. Greipuvinnararnir úr KÍ møta B36, meðan HB og AB bresta saman í hinari hálvfinaluni.

Fleiri feløg hava longu tikið seg úr kappingini, og tað hevur eisini sett sín dám á steypakappingina hjá kvinnunum higartil. Bert tvær fjórðingsfinalur vórðu leiktar um vikuskifti, tí í hinum báðum dystunum hava feløgini tikið úr kappingini.

Finalistarnir í fjør, KÍ og HB, vunnu bæði sannførandi á ávikavist B68 og GÍ. AB og B36 komu víðari til hálvfinalurnar uttan at leika, tí VB og Skála seta seg ikki fyri at manna lið til kappingina hjá kvinnunum í ár.

Eftir lutakastið til hálvfinalurnar er greitt, sæst at møguleiki er fyri eini endurtøku av steypafinaluni í fjør millum KÍ og HB. Hesi feløg hava spælt steypafinalu síðan 1999, og vinna tey hálvfinalurnar, so verður tað fimta árið á rað, at steypafinalan stendur millum KÍ og HB

Leggja til brots um vikuskiftið
Nú verður steðgur í steypakappingini hjá kvinnum til miðskeiðis í mei-mánað. Um vikuskiftið verður farið undir landskappingina. Landskappingin hjá kvinnum verður í ár skipað sum ein deild við tíggju feløgum. Dystirnir í 1.umfari eru Sumba-EB/S, KÍ og FS Vágar, B36-HB, AB-B68 og GÍ-B71.

Fjóðringsfinalurnar í tølum:

KÍ-B68 7-1 (2-0)
KÌ: Rannvá Andreasen 2, Bára S. Klakkstein 2, Malena Josephsen, Vivian Bjartalíð, Maria við Neyst

Skála-B36 Skála tikið seg úr kappingini

AB-VB VB tikið seg úr kappingini

HB-GÍ 9-1
HB: Gunn Muller 2, Halltóra Joensen 2, Eyðfríð Kristiansen 2, Vivian Unadóttir, Malan á Dunga, Randi Wardum
Gí: Heidi Heinesen

Málskjúttar í Steypakappingini:

Halltóra Joensen HB 5 mál
Eyðfríð Kristiansen HB 3 mál
Gunn Muller HB 3 mál
Rannvá Andreasen KÌ 2 mál
Bára S. Klakkstein KÍ 2 mál
Heidi Heinesen GÍ 2 mál