Kvinnurnar kappast um EM

Í morgin verður mótstøðuliðið Skotland, og næstu dagarnar bíða Liktenstein, Kýpros og Luksemborg

Seinnapartin í morgin fara flogbóltskvinnurnar í altjóða eldin. Mótstøðuliðið í mogin er Skotland. Talan er um EM endaspæl fyri smátjóðir. Føroyar hava fyri fyrstu ferð spælt seg til finalu kappingina um europeiska meistaraheitið fyri smátjóðir.Føroyar vunnu seg í finalu bólkin, við at vinna innleiðandi bólkin sannførandi í Íslandi í fjør.

Hesaferð verður spælt í Schaan í Liktenstein. Hini londini í finalu kappingini eru Skotland, Luksemborg, Kýpros og Liktenstein.

Kappingin er skipað sum ein bólkur, har øll liðini spæla einaferð ímóti hvørjum øðrum. Tað liðið er meistari, sum vinnur flestar dystir.

 

Dystarskráin hjá Føroyum er hendan:

Fríggjadagin 15. mai

Klokkan 16.30: Føroyar - Skotland 

Leygardagin 16. mai

Klokkan 13.00: Føroyar - Liktenstein 

Klokkan 19.00: Føroyar - Kýpros

Sunnudagin 17. mai

Klokkan 15.30: Føroyar - Luksemburg

 

KvF hevur beinleiðis frásøgn frá dystunum.

Venjararnir Boban Ilic og Bartal Eliasen hava úttikið hesar 12 spælararnar

 

Sóley Poulsen, KÍF

Guðrun Joensen, KÍF

Elisabeth Purkhús, Mjølnir

Femja Mortensen, TB

Helga Guttesen, SÍ

Eva Nagata, Fleyr

Anja Danielsen, Fleyr

Birgit Guttesen, Amager

Eina Kalsø, Amager

Sofía Purkhús, Amager

Karina Debes, VLI

Urd Traðará, Aalborg