Undir Taliban-stýrinum fingu afghansku kvinnurnar ikki loyvi at útbúgva seg, og tær, sum brutu bannið, vórðu harðliga revsaðar.
Men nógvar kvinnur sýttu kortini fyri at laga seg eftir teimum reglunum. Summar valdu at útbúgva seg við hús, annaðhvørt einsamallar ella saman við øðrum, og nógvar fingu so mikið burturúr, at tær stóðu upptøkuroyndina á lærda háskúlanum.
- Í fleiri ár slapp eg ikki í skúla. Eg noyddist sjálv at útbúgva meg, segði ein av kvinnunum, sum fyri nøkrum døgum síðani stóð upptøkuroyndina á lærda háskúlanum í Kabul.
Áhugin at sleppa á lærda háskúlan var so stórur, at vápnaðir løgreglumenn máttu halda skil á teimum nógvu monnunum og kvinnunum, sum vildu sleppa inn um dyrnar.
Rektarin á lærda háskúlanum í Kabul, Gholan Manten Daniz, hevur ikki sæð kvinnur í skúlastovuni í fleiri ár, og hann segði seg eisini fegnast um, at hin helvtin av samfelagnum var komin aftur í skúla.










