Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, er av álvara farin undir fyrireikingarnar til næsta undankappingardyst hjá kvinnum, sum verður á Svangaskarði komandi hósdag.
Og tað verður ein trupul uppgáva fyri føroyska liðið, tá Pólland hesaferð kemur á vitjan. Fyri góðum mánaða síðan vunnu føroysku kvinnurnar fyrstu stigini í HM-undankappingini, við at spæla javnleik ímóti Bosnia/Hersigovina og Norðurírlandi. Men roknað verður við, at tær polsku eru nakað sterkari enn tær bosnisku og norðurírsku kvinnurnar, skrivar fsf.fo.
Tá liðini hittust á Oporowska Leikvøllinum í Wroclaw í Póllandi í september í fjør, gjørdist úrslitið 6-0 til Pólland, sum í løtuni er á 3. plássi í HM-undankappingarbólki 4, við seks stigum fyri fimm dystir. Føroysku kvinnurnar eru á einum deildum fjórða plássi í bólkinum við tveimum stigum, ið er sama stigatal sum Bosnia/Hersigovina og Norðurírland eisini hava.
HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Pólland verður spældur á Svangaskarði hósdagin 8. mai, klokkan 17:00, og tað verður ókeypis atgongd, skrivar heimasíðan hjá Fòtbóltssambandinum.
Í hesum sambandi hevur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, saman við hjálparvenjarunum Aleksandar Djordjevic og Lennard Petersen, úttikin hesar 20 leikararnar til komandi dyst:
Ásla Johannesen og Valgerð Andreasen, AB.
Fríðrún Danielsen, Margunn Lindholm, Anna Sofía Sevdal, Sigrun Kristiansen og Íðunn Magnussen, EBStreymur/Skála.
Nina Davidsen, Heidi Sevdal, Liljan av Fløtum Petersen, Lív Arge og Milja Simonsen, HB.
Annika Petersen, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Eyðvør Klakstein, Randi Wardum og Sigrid Jacobsen, KÍ.
Oddrún Danielsen og Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DEN).