Kvinnurnar í HM finalu

Kvinnuliðið Hulda hjá HF kom víðari í finaluumfar, og skal í eldin kl 14.

Í hesum døgum er Kvinnuliðið Hulda hjá Havnar Fimleikafelag til HM í estetiskum fimleiki í Bulgaria, og tað hevur roynst teimum væl.

 

Innleiðandi kappingin var í gjár, og fyri at sleppa víðari til finaluna, sum verður í dag, skuldu tær minst náa einum tólvta plássið.

 

Tað megnaðu hesar sum einki, og við 14.9 stigum fyri framførsluna, endaðu tær beint aftanfyri russisku kvinnurnar úr Vdokhnovenie og beint framanfyri Tanzfabrik úr Eysturríki. 

 

Føroysku kvinnurnar rukku sostatt einum flottum ellivita plássið og skulu framføra í HM finaluumfarinum nú klokkan 14 føroyska tíð.