Kvinnurnar hjálptu Hillary

Í Iowa sviku kvinnurnar Hillary Clinton, men í New Hampshire fekk hon tær í part við sær. Tí vann hon

Tað undraði mong, at Barrack Obama fekk atkvøðurnar frá teimum flestu kvinnunum í Iowa í síðstu viku. Men í New Hampshire valdu kvinurnar ta einastu kvinnuna ímillum valevnini.

 

57 prosent av teimum demokratisku atkvøðunum í New Hampshire vóru frá kvinnum, og av teimum fekk Hillary Clinton 46 prosent, meðan Barrack Obama fekk 34 prosent. Tað endaliga úrslitið við 39 prosentum til Hillary Clinton og 36 til Barrack Obama sigur, at tað vóru kvinnurnar, sum gjørdu mun og avgjørdu valið hesaferð.

 

Fekk Hillary Clinton tær flestu demokratisku kvinnurnar í sín part, so var tað Obama, sum fór við atkvøðunum frá teimum sokallaðu óheftu veljarunum. Í New Hampshire kunnu fólk, sum hvørki eru skrásett sum demokratar ella republikanarar, velja tað valevnið, sum teimum dámar best.

 

Í New Hampshire eru umleið 40 prosent av veljarunum óheftir, og tølini vísa, at Barrack Obama fór við 41 prosentum av teimum óheftu, sum vóru á vali, meðan Hillary Clinton fekk stuðul frá 31 prosentum.

 

 

Ynskti Hillary tillukku

 

Politisku eygleiðarar siga, at úrslitið í New Hampshire var uttan iva eitt vónbrot fyri Barrack Obama, tí líka til tað síðsta bendu allar meiningakanningar á, at hann fór at vinna.

 

Í nátt ynskti hann Hillary Clinton tillukku við sigrinum og vísti stórsinni við at biðja sínar stuðlar heilsa henni við lógvabrestum.

 

-Vit vita, at hetta verður strævið. Men tit mugu minnast til, at sama hvørjum forðingum vit møta, so kann einki forða megini frá øllum teimum milliónunum, sum vilja hava eina broyting, segði Obama og varð stórliga fagnaður.