Kvinnurnar hjá KÍ einaráðandi

Triðja árið á rað vunnu kvinnurnar hjá KÍ steypafinaluna, tá ið tær leygardagin vunnu stórsigur, 15-0, á kvinnunum hjá EB/Streymi

Seinastu mongu árini hevur tað verið ein sannroynd, at lítil og eingin spenningur er í føroyska kvinnufótbóltinum. Orsøkin er einføld, tí kvinnurnar hjá KÍ hava verið fullkomiliga einaráðandi, og munurin millum klaksvíkskvinnur og tey flestu av hinum liðunum er ovurhonds stórur, og tað sæst aftur á úrslitunum.

Malena stóri málslúkarin
Á liðnum hjá KÍ eru fleiri, ið hava leikt í nógv ár. Nøvn sum Bára Skaale Klakstein, Malena Josephsen og tær báðar tvíburðasystrarnar Rannvá og Ragna Andreasen eru væl kend millum teir, ið hava fylgt bara eitt lítið sindur við í føroyska kvinnufótbóltinum.
Í steypafinaluni á Tórsvølli leygardagin var mótstøðuliðið hjá KÍ felagsliðið úr EB/Streymi. Tað var kanska eitt sindur óvæntað, men sundalagskvinnurnar hava staðið seg væl í ár, og tíhava tær eisini uppiborið eitt finalupláss. Kvinnurnar hjá EB/Streymi noyddust tó skjótt at staðfesta, at KÍ-kvinnurnar eru í einum flokki fyri seg. Tað gjørdi heldur ikki uppgávuna hjá EB/Streymi lættari, at leikt var á grasi, tí tað hava tær lítlar og ongar royndir við, meðan KÍ-kvinnuar hava roynt hetta fleiri ferðir, bæði í Europa-Cup og við landsliðnum til oyggjaleikirnar.
Tað tók heldur ikki langa tíð, so sást týðuliga, hvønn veg tað fór at ganga. Longu áðrenn 20 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki, hevði KÍ lagt seg á odda 5-0! Sundalagskvinnurnar fingu ikki eitt bein til jørðina, og tær vóru rárir gestir á KÍ-hálvuni. Klaksvíkskvinnurnar hinvegin skoraðu mál upp á samliband, og tá ið farið var til hálvleiks, vóru tær longu komnar upp á tvey-siffrað. Heilt stóri málslúkarin hjá KÍ í steypafinaluni var veteranurin í álopinum, Malena Josephsen, ið skeyt ikki færri enn níggju mál, og tað man neyvan verða komið fyri fyrr í einari føroyskari steypafinalu. Høvdu klaksvíkskvinnur verið eins knáar í málskoringinii allan dystin, sum tær vóru fyrsta hálva tíman, so hevði sigurin verið tvífalt so stórur, tí tá var støðan longu 9-0 til klaksvíkskvinnur.

Gott spæl
Um talan kanska ikki var um tann spennandi og undirhaldandi dystin, so var tað tó góður fótbóltur at síggja, tí KÍ spældi sera væl. Spælið gekk skjótt og lætt, og uppskriftin var ofta einføld, áðrenn bólturin lá í netinum hjá EB/Streymi. Serliga væl lá fyri KÍ-kvinnunum at brúka síðurnar, áðrenn bólturin aftur bleiv sendur inn í brotsteigin, og hetta gav verjuni hjá EB/Streymi nógv høvuðbrýggj.
Sum áðurnevnt skoraðu klaksvíkskvinnur mál upp á samliband, og tær vóru eisini á odda 10-0 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki var ikki sama flogið yvir spælinum hjá greipuvinnarunum, men hetta forðaði teimum tó ikki í at skora enn fleiri mál, hóast tey ikki vóru eins nógv í tali sum fyri steðgin. KÍ skoraði fimm ferðir í seinna hálvleiki, og tískil gjørdist endaliga úrslitið av steypafinaluni hjá kvinnum 2004 ein trivaligur 15-0 sigur til KÍ á EB/Streym.