Kvinnurnar í Havn velja til vinstru

80,2 prosent av kvinnunum í Havn velja Javnaðarflokkin og Tjóðveldi

Tað vísir kanningin, sum spyr.fo gjørdi fyri Sosialin mikudagin. Sambært kanningini velja 59,7 prosent av kvinnunum í Havn Javnaðarflokkin og 20,5 Tjóðveldi.

##med2##

Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fáa tilsamans 14 prosent av atkvøðunum frá kvinnunum, ávikavist 5,3 og 8,7 prosent.

Hjá monnunum er Javnaðarflokkurin í Havn eisini avgjørt á fyrsta plássi, tí flokkurin fær undirtøku frá 39,6 prosentum av monnunum. Næststørstu undirtøkuna millum menninar hevur Fólkaflokkurin, sum vær 21,7 prosent.

##med3##

Í kanningini eru fólk eisini skrásett eftir, hvar í býnum tey búgva.

Og tá Javnaðarflokkurin er størstur í býnum, so er hann sum vera man eisini størstur í ymsu býarpartunum.

Størstu undirtøkuna hevur Javnaðarflokkurin í Vesturbýnum/Ternuryggi/Villingadali, har flokkurin fær 60 prosent av atkvøðunum. Ta minstu undirtøkuna hevur flokkurin á Argjum, har flokkur tó er greitt á odda við 37 prosentum av atkvøðunum.

Fólkaflokkurin hevur sína størstu undirtøku á Argjum, har hann í kanningini fær 22 prosent.

Sambandsflokkjurin fær sína størstu undirtøku í miðbýnum, har hann fær 12 prosent.

Tjóðveldi hevur sína størstu undirtøku »aðrastaðni« enn í nevndu býarpørtum, har flokkurin fær 34 prosent.

Framsókn hevur sina størstu undirtøku á Argjum, har flokkurin fær 15 prosent.

Óvissan er sjálvandi rættiliga stór, tá ein slík kanning fer í smálutir á hendan hátt, og hetta kann valla brúkast til meira enn undirhald – og kanska tað kann vísa flokkunum, hvar teir skulu gera serliga nógv burtur úr at veiða atkøvður.

##med4##