Kvinnurnar hava parttíðararbeiði

Fleiri enn helmingurin av føroyskum kvinnum hava parttíðararbeiði

Hagstovan hevur á heimasíðu sínari greinað hagtøl, sum eru gjørd fyri 34 europisk lond.

 

Samanbera vit við onnur lond í Europa, er parttíðararbeiði meira vanligt í Føroyum enn flestu aðra staðni. Hetta er %-partur av teimum, ið eru arbeiðsvirkin - menn og kvinnur - í aldrinum 20-64 ár.  Parttíð er undir 35 tímar um vikuna.

 

Hjá kvinnum eru tað bert í tveimum av hesum 34 londunum - Sveis og Niðurlondum - at lutfalsliga fleiri arbeiða niðursetta tíð enn í Føroyum. Í Íslandi er talið 29% samanborið við tey 51% í Føroyum.

 

Hjá monnum er munurin ikki so stórur millum londini. Tó eru tað bert fimm lond av teimum 34, har fleiri arbeiða niðursetta tíð, enn í Føroyum. Tað eru Svøríki, Noreg, Írland, Sveis og Niðurlond. Samanbera vit við Ísland, er tað 8% hjá teimum og 11% hjá okkum.

Grafar yvir hagtølini, sum kanningin fevnir um, síggjast HER