Klaksvík:
Eins og undan seinasta løgtingsvali og býráðsvali skipar Áhugabólkur Klaksvíkar Húsmørafelag mánakvøldið fyri almennum politiskum fundi við teim kvinnuligu valevnunum í Norðoyggjum.
Einans 27 prosent
10 kvinnur stilla hesu ferð upp í Norðoya Valdømi. Samanbera vit við tey mannligu valevnini, sum eru 27 í tali, vísir tað seg, at kvinnurnar tilsamans telja 27 prosent av teim, sum bjóða seg fram, meðan menninir telja heili 73 prosent.
Býtið av kvinnum millum flokkarnar sær annars soleiðis út:
Fólkaflokkurin:1 av 7 =14,3 %
Sambandsflokkurin:1 av 7 = 14,3 %
Javnaðarflokkurin:2 av 7 =28,6 %
Sjálvstýrisflokkurin:2 av 7 =28,6 %
Tjóðveldisflokkurin:3 av 6 =50 %
Miðflokkurin:1 av 3 =33,3 %
Hugnaløta
Fundurin verður skipaður sum ein politisk hugnaløta, har hvør flokkur fyrst fær 10 minuttir at leggja sjónarmið síni fram. Eftir hetta verður skipað fyri orðaskifti, har áhoyrararnir fáa høvi at seta valevnunum ymsar spurningar.
Afturvið øllum hesi verður so eisini ein góður drekkamuður at fáa.
Tiltakið er alment, og verður í Bøgøtu 3 mánakvøldið tann 22. apríl klokkan 19.30.