Kvinnurnar hava fingið allan vøksturin

Enn eru tað menninir, sum forvinna mest í Føroyum, men kvinnurnar hava stóra framgongd

- Mennirnir fáa størra partin men kvinnurnar fáa framgongdina!

 

Soleiðis tekur Hagstovan samanum, nú hon hevur gjørt upp, hvussu lønargjaldingarnar í Føroyum eru býttar sundur ímillum kynini.

 

Sum tað sást í aðrari grein á her á in.fo í morgun, eru fingu føroyingar 110 milliónir meiri í lønum í fjør, enn teir fingu í 2012.

 

Men Hagstovan vísir á, at tað er eitt sindur ymiskt frá ári til ár, hvussu gongdin er hjá kynunum báðum.

 

Í 2011 fór øll framgongdin til mennirnar, árið eftir var tað javnt býtt, og í fjør fingu kvinnurnar størsta partin av framgongdini.

 

- Kvinnurnar áttu 74 milliónir krónur av teimum 110 milliónunum, sum vøksturin var, og mennirnir fingu hinar 37 milliónirnar.

 

Framvegis eru tað tó mennirnir, sum forvinna 60 lønunum av lønunum og kvinnurnar forvinna 40 prosent.

 

Hagstovan vísir á, at frá 2004 til 2007, fylgdist vøksturin hjá báðum kynum.

 

- Tá afturgongdin byrjaði í 2008, vóru tað bert lønirnar hjá monnunum, sum minkaðu, samstundis sum at lønarparturin hjá kvinnunum stóð í stað.

 

Hinvegin hevur vøksturin aftur verið javnur hesi seinnu árini.


 

Hjá monnum var besta árið til lønir í 2007, tá teirra partur var góðar 4,4 milliardir.

 

Síðani er lønarparturin hjá monnum minkaður og seks ár seinni, í 2013, vóru lønirnar hjá monnunum framvegis lægri enn í 2007.

 

Hjá kvinnunum hevur gongdin verið meira støðug og tí kann staðfestast, at allur vøksturin í lønargjaldinum síðan 2007 er farin til kvinnurnar.



 

Her er vert at leggja í geyma, at lønartølini bert umfata, tað sum føroyskar fyritøkur rinda út, so lønir vunnar uttanlands eru ikki taldar við her.

 

Hagstovan sigur, at ikki óvæntað, arbeiða kvinnur og menn i ymiskum vinnugreinum.

 

- Kvinnurnar arbeiða í høvuðsheitum í almennum tænastuvinnum, tað eru heilsu- og almannaverk, almenn fyrisiting, kommunun o.l.

 

- Haraftur ímoti eru menninir spjaddir yvir fleiri vinnugreinar, men tað er serliga í fiskiskapi, sjóflutningi og bygging, at tað ber at tosa um vinnugreinar, har nærum bara menn vinna sína løn.


 

- Vert er at leggja merki til, at talvan niðanfyri vísir lønargjaldingar í krónum og talvan sigur einki um, hvussu nógv arbeiða í teimum ymsu vinnugreinunum.

 

Talvan vísir gongdina yvir, hvussu lønargongdin er hjá kvinnum og monnum í Føroyum.

 

Sum tað sæst fylgdist kynini bæði til 2007, men síðani hevur lønin hjá mannfólki staðið í stað, men tað eru lønirnar hjá kvinnunum, sum eru hækkaðar.